Sørin í Nýggjustovu
Sørin føddur 2. oktober 1866.
Vanliga róptur Sørin í Nýggjustovu var ógiftur, var sonur Johan og Elsebeth Sørensen.
Í 1904 var hann á motorframsýning í Marstrand í Svøríki, og har lótu fiskimenn óføra væl at dan - motorinum. Ein dani, sum var á sølustevnuni, útvegaði Sørin samband við dan - verksmiðjuna í Keypmannahavn, og Sørin var so heppin at sleppa at arbeiða har alt fyri eitt.
Í Keypmannahavn lærdi hann alt um dan - motorin : Hvussu hann virkaði, hvussu hann skuldi røkjast, og hvussu hann skuldi setast í. Tá ið Sørin kom heim aftur til Føroyar hálvt ár seinni, kendi hann tað sum sína skyldu at læra landsmenn sínar um motorin, segði hann seinni.
Í bókini : Útróður 1845 - 1945, sum Robert Joensen skrivaði, sigur Sørin í Kunoy millum annað soleiðis : " Fyrsti báturin í Føroyum, sum eg setti motor í, var ein hjá Peturi í Mattalág í Havn. Ætlanin var at nýta hann at sigla við posti. Motorurin var fýra hestar stórur. Annar, eg setti motor í var Nólsoyar Páll, síðani Havfrúnna og Royndina. Eg var við til at byggja hesar bátar, og var mítt arbeiði serliga at gera botnstokkaranar og annað timburarbeiði, har motorurin skuldi standa. Eg setti tilsamans motorar í 28 bátar. Fyri teir fyrstu, eg setti inn, fekk eg 80 krónur fyri hvønn. "
Báturin hjá Peturi í Mattalág var bjargingarbátur av danska amerikaskipinum Norge, ið strandaði og fórst við Rocall 28. juni í 1904.
Sumbingar funnu bátin rekandi, og Smyril sleipaði hann til Havnar. Hann varð tikin upp á sandin í Vágsbotni og drigin niðan á Bryggjubakka undir Kirkjuna. Har varð báturin seldur á uppboði, og Petur í Mattalág átti hægsta boð. Petur Christian Johannesen, sum hann skrivaðist, umbygdi bátin eitt sindur og bað Sørin í Kunoy, sum júst var komin úr Danmark, seta ein fýra hesta dan - motor í hann. Báturin fekk navnið Ragnhild og merktur 2, 91 tons. Við hesum báti sigldi Petur í Mattalág við posti til Nólsoyar, Skopunar og út í Hest. Johannes í Mattalág, sonur Petur í Mattalág hevur greitt frá, at motorurin virkaði avbera væl alla tíðins, Ragnhild sigldi.