Yvirlit yvir allar kongsbødurnar á Skarði

Frá : 1584 -- Umleið 1600  --- Joen Theissøn og hann verður avloystur umleið 1600

Umleið 1600 -- 1619 --- Sivar Jonssøn, ið óivað er sonur hansara. Hann hevur festið til 1619.

1619 -- 1627 --- Ólavur Sivertsen

1627 --  1640 -- Ókendur Ábraham Anthoniussen, sum ketta upp úr høvdatrog, hevur festið í 10 ár og hvørvur so.  

1640 -- 1649 : Rasmus í Haraldssundi

1649 -- 1669 : Ólavur Sivertsen á festið og helst er hetta sami Ólavur, sum nøkur ár frammanundan hevði havt tað.

 

1698 --         Berint Hansen í Niðrustovu í Gerðum høvdu 20 gyllin á Skarði í festi síðani  ár 1698.

 

1800 --- Fyrst í 1800 - talinum sat Jákup Joensen í Gerðum við festinum.

             Hann var ógvuliga múgvandi maður og vanliga róptur Ríki - Jákup; men hann var barnleysur, og áðrenn 

             konan doyði, gjørdu tey eitt testamenti, har avgjørt var hvør, ið skuldi fáa lut í ognum teirra. 

            Uppisitarin Har Niðri um ár 1800 átti bara eina dóttir, Katrina æt hon. Hon giftist við Niklas Samuelsen úr   

            Haraldssundi, og búsettust tey á Skarði. Hann festi hesa hálvu kongsmørkina.

 

1828 ---Óli Poulsen tók við festinum mariumessudag og giftist sama ár. Sunneva, kona Óla, var úr Uppistovu í Kunoy og teirra               hús kallaðu tey Har uppi Suðuri. Hesi bæði húsini komu at standa á tí nýggju bygdini afturat teimum trimum,ið               vóru flutt.

             Hesin uppisitarin æt Poul Joensen og var av Toftanesi í

             Leirvík.

1828 --- Jógvan Isaksen - føddur 19. juli 1797, tók við festinum mariumessudag og giftist sama ár. Jógvan heði konu       

              úr Niðristovu úti í Oyri. Hon æt Karin, og tey bygdu Kongsstovuna.