Bygarhúsið í Haraldssundi
Umborð á Tjaldrinum 12. november 2015.
Bygdarhúsið var tikið í nýtslu í november 1990.
Skrivað hevur: Jákup Jacobsen
Tá eg var biðin at skriva nøkur orð í samband við hetta hugnakvøldið, var tað eingin ivi at um eg bleiv heima, so vildi eg fegin gera tað. Nú er tað soleiðis, at eg havi verið nógv burtur í seinastuni og nú er greitt, at eg ikki verði heima, so eg bjóðaði Sunnvør, at eg kundi skriva nøkur orð á blað, og soleiðis kunnu tit sum sita her, fáa eina fatan av, hvussu vit ungu í Haraldssundi stríddust fyri at fáa eitt hús upp at standa.
Fyrst vil eg siga at nú 25 ár eru liðin síðani húsið varð bygt.
Minnist meg rætt varð nógv skrivað í gerðabókina, so har kunnu tit eisini síggja um eg minnist skeivt.
Vit sum komu í fyrstu nevndina vóru: Rógvi Justesen, Borgarhjørt Magnusson, Hanna Klettskarð, Høgni Joensen og Jákup Jacobsen
Bygdafelagið Ljósið var stovnað 12. februar 1978.
Tað fyrsta vit hugsaðu um, var at fáa okkum eitt høli, har bygdafólkið kundi koma saman í gaman og álvara. Vit hugsaðu ikki so stórt at byrja við, men vit hildu at best at at breiðka neystaloftið ( partaneystið ) og gera yvirtromina av nýggjum. Fyrst spurdu vit allar eigararnar, um vit kundu fara til verka og gera yvirtromina av nýggjum, og her møttu vit vælvild og allir eigararnir játtaðu hesum. Vit gróvu síðani út sunnanfyri neystið og stoyptu ein vegg niðan móti vegnum. Vit løgdu nýtt tak á partaneystið, tí takið var so vánaligt. Nú kundu vit í øllum førum fara upp á gólv uttan at vit fingu karm. Nú vit eru við neystaloftið / partaneystið, so kann eg ikki lata vera við at siga eitt sindur um neystið. Tá dansur var í Haraldssundi, so varð dansað á neystaloftinum og eg minnist, at vit bjóðaðu Klaksvíkar dansifelag norður at dansa. Dansurin hevur neyvan gingið betur enn tað kvøldið, har fleiri góðir menn bjóðaðu seg fram. Eg kann ikki minnast árstalið, men tað hevur verið umleið 1980.
Í 1978 fóru vit ( Kunoyar kommuna ) undir at gera umstøðurnar betri niðri í støðni og kommunan játtaði at fara undir at stoypa nakrar metrar uppí brúnna, sum vit tá søgdu. Hetta varð gjørt á sumri í 1978 og allir vit sum vóru í bestu árum, vóru við til at gera hetta arbeiði. Formaðurin kom av Sandi og kallaðist Petur Arabo. Hesin sami maður var við til at leingja brúnna fyrru ferð og var hann tá dykkari. Hesin maður dugdi væl at standa fyri verkætlanum og var hann einasti maður hjá landinum, sum gjørdi verkætlanir, har pengar lupu av. Soleiðis var tað sagt fyri okkum.
Haraldssundsmenn keyptu Kunoynna tá, og var hetta eisini ein av orsøkunum til at brúgvin varð longd. Kunoyggin var ein bátur, bygdur í Noregi og var gjørdur úr glasfibri. Hann var 42 føtur langur. Tað komu tríggir bátar til landið av tí slagnum. Kunoyggin, Margreta úr Runavík ( Rituvík ) og Vesturhavið, ið var heimahoyrandi vesturi í Vágum.
Umstøðurnar í Haraldssundi gjørdust tá betri, og kundi Kunoyggin, sum oftast liggja í Haraldssundi. Men um tað bleiv
nógvur vindur høgt, so var ofta avgjørt at rýma til Klaksvíkar við henni. Teir sum lótu henda bát byggja vóru: Jógvan Pauli í Kongsstovu, Jens Sigurd Justesen, Markus Heinesen og Rasmus Magnusson.
Eg minnist ikki, um Símun Pauli Jóhannesen eisini átti í Kunoynni, men her kunnu tit vegleiða meg.
Tá brúgvin var liðug, tóku vit í bygdafelagnum og keyptu tilfarið ella allan stórviðin, sum varð brúktur til arbeiðið.
Kostnaðurin var 5000 kr.
Eftir hetta fóru vit at hugsa øðrvísi, tí nú áttu vit nógv tilfar og høvdu fingið tað bíliga, so tá fóru vit at hugsa um at
fáa okkum grundstykkið og harvið byggja eitt størri hús. Tað var eingin trupuleiki at fáa grundstykki og vit fingu keypt stykkið, sum húsið nú stendur á. Tað bleiv keypt frá Annu Magnusson, Annu har Uttari, Hugo Joensen og Símin Joensen, vanliga nevndur Símin har Suðuri. Vit settu okkum so í samband við Jákup Paula Sundsgarð.
Vit tóku mál av øllum tilfarinum og síðani teknaði Jákup Pauli bygningin eftir tilfarinum.Tað man hava undrað mangan at húsið akkurát er bygt á henda hátt, tí tað hevði verið líka bíligt at havt økið, sum er omanfyri fýrrúmið við í verkætlanini, men tað hevur eisini sína søgu. Meiningin at byrja við var, at húsið skuldi ikki standa javnt við vegin, sum tað nú ger, men hægri uppi, og tað skuldi eisini vera fyri at fáa tað bíligari at gera grundstykkið byggikklárt. Meiningin var at fýrrúmið kom at vera javnt við vegin og bygningur kom at standa hægri uppi. Hetta bleiv broytt, tí kommuna hevði brúk fyri gróti, og avtalan var so at vit, limirnir skuldu bora ókeypis og kommuna fekk so grótið. Tí bleiv alt stykkið útgrivið og planerað. Tekningin bleiv ikki broytt, tí tað tók alt ov langa tíð.
Grundstykkið var nú liðugt og byggiklárt og vit fóru at tosa um at gera grundina, og vit tóku tá tað avgerð at fáa okkum elementir frá Gjógv. Um hetta mundi bleiv nýggja handskavirkið gjørt og var tað gjørt av elementum frá Gjógv.
Vit kunnu nevna her, at tá bygdafelagið varð 10 ár, hildu vit eina rimmar veitslu, og hon var hildin niðri á Handskavirkinum. Hetta var í 1988. Har høvdu vit eisini skemt við, sum vit høvdu gjørt saman við Óla Olsen úr Klaksvík. Hetta bandið er tøkt enn og verður goymt sum reyðagull. Um tit hava ein góðan bandupptakara, so kunnu
tit spæla hetta bandið í kvøld. Vit royndu at søkja um stuðul úr grunnnum og øðrum, og eg kann minnast at ta einu umsóknina skrivaði Líggjas í Bø, og í umsóknini varð skrivað at hetta húsið eisini fór at verða brúkt til kaffistovu. Tá fingu vit játtaðan stuðul og var hetta eftir okkara málistokki nógvur peningur. Tað næsta eg kann minnast var, at vit fóru undir at selja lutaseðlar runt Føroya land. Vit høvdu ein bil á seðlanum og tað var ein Fiat 127 og kostaði hann umleið 31.000 kr og var tað nógv tá, og eg skilji ikki í dag, at vit høvdu mót uppá at fara í holt við slíkt tiltak. Vit gjørdu sjálvi eitt stórt arbeiði við tað at vit koyrdu Føroyar runt at selja lutaseðlar. Onkur søga er eisini frá tí tíðini. Eg kann minnast tað eina húsi í Sørvági. Vit bankaðu leingi uppá hurðina og tá so ein kona kom út, var ikki stuttligt at vera fyri. Hon skeldaði okkum út og har var bara eitt at gera og tað var at bakka spakuliga frá hurðini. Ta einu ferðina vóru vit í Syðrugøtu og tá kann eg minnast, at eg kom inn í eini gomul hús. Konan kom út og eg hoyrdi mannin hjá henni liggja á bonkinum og brúka seg.: “ Tú keypir ongan, tú keypir ongan ! “ Konan lat bara hurðina aftur og so keypti hon fleiri seðlar. Tað eydnaðist væl við lutaseðlunum og vit høvdu stórt yvirskot av tí tiltakinum.
Vit vóru ógvuliga heppin uppá allar mátar. Vit høvdu fingið kostnaðarætlan uppá bygningin og verkætlanin varð mett til at kosta umleið 2,1 millión og vit høvdu fingið játtan uppá eitt danskt lán, sum kallaðist BRF – lán. Treytin fyri at fáa lánið, var at landsstýrið skuldi játta hetta lánið. Vit eru nú komin nú seinast í 80 ini og tíðirnar vóru blivnar ringar og alt Føroya land stóð til at fara á heysin og vit minnast tá bankarnir fóru á heysin. Til alla lukku noktaði okkara landsstýrismaður at skriva undir. Øll lán av hasum slagnum blivu avvíst. Minnist meg rætt var tað Finnbogi Ísaksson sum tá sat sum fíggjarmálaráðharri.
Hetta var ógvuliga gott fyri okkum: Einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt. Tað bleiv arbeiðsloysi, prísurin fór niður og alt bleiv bíligari.
Teir sum gjørdu húsið vóru: At stoypa gólvið stóð Tróndur
Petersen fyri, yvirtromina Poul Christoffur Joensen, húsið innan
Billy Petersen, flísaarbeiðið hevði Steinbjørn Jacobsen,
rørarbeiðið hevði Jákup Jacobsen, el – arbeiðið hevði Leivur
Østerø, sum tíverri doyði sama summmarið 13 juli 1990. Eftir hann tók Torkil Heinesen, sum tá var um at verða liðugur sum lærlingur hjá Leivur.
Landið lat tá 30 % í stuðli av verkætlanini, sum var vanligt tá. Tað var soleiðis, at vit eisini kundu taka tað arbeiðið, sum var sjálvboðið við í virðismetingina. Vit høvdu kunna fingið nakað av peningi afturat, og tey hevði verið í samband við ljós til ein pall, men vit gjørdu ongantíð pallin.
Um hetta mundi kom eldur í ein handil uppi á Hjalla í Havn, men teir fingu sløkt eldin, men tað var stórur skaði á tí sum inni var. Har keyptu vit gólv, veggir, loft, flísar og annað fyri 40.000 kr minnist meg rætt. Hetta var ógvuliga bíligt og tað var alt væl innpakkað í plastikk, so tað hevði ongan skaða fingið. Tað var bara sót á pakkunum. Einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt.
Eisini kann eg nevna at Kunoyar kommuna keypti tað tilfarið, sum vit høvdu keypt fyri sama prís og glað vóru vit at sleppa av við tað tilfarið, sum hevði ligið alt ov leingi og var blivi í okkara verð vánaligt. Tilfarið bleiv brúkt til húsið hjá kommununi, har bygdafelagið í Kunoy heldur til í dag. Hetta varð gjørt í samband við veitsluna sum var hildin, tá tunnilin var tikin í nýtslu í 1988. So hetta tilfarið hevði ligið í 10 ár.
Tilfarið til bygdahúsið hjá okkum, er bygd av nýggjum tilfari og grundin til at hetta húsið er bygt so sterkt er, at tekningin er eftir stórviðinum, sum varð brúktur í 1978 til at gera brúnna við.
Áðrenn bygningurin var tikin í nýtslu, varð hann góðkendur av landsins mynduleikum. Húsið var so tikið í nýtslu í november 1990 og var tá veitsla hildin í bygdarhúsinum fyri bygdafólkunum og fyri innbodnum. Vit fingu nógvar gávur tá, eisini frá peningastovnunum Norðoya Sparikassa og Føroya Banka, eg minnist ikki nakað serligt um táverandi Sjóvinnunbankan. Tað vóru nógvar røður hildnar. Landsstýrismaðurin innan mentamál var tá Signar Hansen seinni á Brúnni, sum eisini var við í veitsluni. Minnist meg rætt, vóru 140 fólk til borðs, men tað var alt ov trongt. Vit fingu nógv rósandi orð tað kvøldið.
Tekningin kundi verið broytt, men tað var so tungt at fara ígjøgnum alla skipanina at vit settu okkum ikki før fyri tað, tí
tað tók alt ov langa tíð. Lánið sum var í húsinum, tóku vit frá Norðoya Sparikassa og var tað útgoldið, minnist meg rætt í 2005.
So eitt sindur um tað stríðið í bygdafólkið hevði í samband við at fáa pening til vega fyri ikki at missa húsið. Tað vóru trongar tíðir um tað mundi í Føroyum, so tað var ikki altíð so nógv fólk í møttu upp. Tað vóru eisini øgiliga nógv tiltøk í Norðoyggjum tá. Vit vóru eisini nógv ávirkaði av veðrinum, tí ofta var keðiligt veður og so bleiv tiltakið avlýst. Konurnar sum keyptu inn og høvdu bingo, vóru í Klaksvík og keyptu inn og høvdu barnavognin við sær. Øll hjálptu til og uttan hjálpina frá bygdafólkunum og øðrum, hevði hendan verkætlanin ongantíð verið veruleiki. Mangan var yvirskotið lítið, men álíkavæl góvu vit ikki upp. Tá ein lítur aftur á tíðina, tá vit stovnaðu okkara felag, so minnast vit at onnur bygdafeløg eisini vóru stovnaði. Vit kunnu nevna á Viðareiði og í Árnafirði. Men hjá teimum hevur ikki gingið so væl at fáa teirra ynski uppfylt. So vit í Haraldssundi kunnu saktans vera stolt av okkara bygdarhúsi, jú sanniliga eitt ordans bragd at fáa hetta gjørt í verki, tí fleiri eru bygdirnar í Føroyum sum einki hús hava at vera í.
Eg havi ikki verið so aktivir innan felagið seinastu 10 árini, men eg seti stóran prís uppá at felagið verður rikið á nøktandi hátt. Vit bygdu ein varða og tíbetur hevur ungdómurin ella okkara eftirkomarar hildið hendan varða við líka. Ein vakur varði, ið bygdarfólki hevur bygt á og hildið við líka. Hvørt hevur sína tíð. Tá eg gavst var eg útbrendur innan hetta øki, eftir at hava verið við til at stovnað felagið í 1978 og fram til 2005 har á leið, so góð 25 ár havi eg hóast alt verið innan felagið og minnist ikki hvussu leingi eg havi verið í nevndini og verið formaður, men tað sæst í gerðabókini.
Eg eri ógvuliga stoltur av okkum í vóru við til at stovna felagið og annars okkara limum, tí vit gjørdu arbeiðið frá grundini og tá meini eg við at vit gjørdu viðtøkur beinanvegin og hava vit gingið eftir teimum síðani. Møguliga er okkurt broytt ígjøgnum árini, men ikki tað stóra. Tað eru fleiri sum hava gjørt / ella stovna feløg og ikki hava gjørt viðtøkur og tá rennur ein seg altíð fastan. Annars vóru tað fleiri, ið hildu at hatta húsið kemur ongantíð upp at standa, men tað gjørdi bara at vit stríddust enn meira.
Til seinast vil eg ynskja felagnum, bygdafólkunum, limunum hjartaliga
til lukku við húsinum, nú 25 ár eru liðin, síðani húsið var tikið í nýtslu
Takk fyri !
Jákup Jacobsen fyrrverandi nevndalimur.
Umborð á Tjaldrinum 12. november 2015.
Skrivað hevur: Jákup Jacobsen