Johannes Viðbjørg var á útróðri 1913

JOHANNES VIÐBJØRG
Johannes Jacobsen, seinni Viðbjørg var føddur 31. august í 1893. Hann var sonur Símun Johannes í Kunoy og Johannu Mariu Uttan av Váli í Svínoy. Johannes var nr. 2 av 7 syskin. Pápi hansara doyr í bestu árum, ímeðan børnini vóru smá. Tað yngsta barnið var ikki føtt; hesaferð var tað sjúka. Pápin var 44 ára gamal.

Johannes Viðbjørg giftist í 1920 við Hanne Fredrikke Jensen - fødd 15. februar 1894 í Sørvági.

Johannes sigldi sum bestimaður alla sína tíð. Tá ið hann legðist uppi, fór hann at sigla við sjúkrabátinum " Medicus " í Norðoyggjum. 

Tollaksmessudag í 1913, var Johannes við einum av bátinum sum fór til útróðrar hendan dagin. Hann sigur soleiðis frá :

Teir fóru inn á Øldubarmin at bíða. Tá kom eitt so ringt æl, men undarligt nokk, var eingin vindur í ælinum. Tá ið tað var ílýst, fóru teir út á Flógvan og settu 40 stykkir og tá teir vóru lidnir at seta, brann hann á. Teir sleptu ongantíð kýkinum og fóru at draga beinanvegin. Tá ið teir høvdu drigið umleið tvey stykkir, komu haraldssundsmenn har. Teir siglu ikki, men róðu.

Tá ið liðugt var at draga, tóku teir hann undan, men vindurin var so nógvur, at teir tordu ikki at hava segl á. Teir fóru suður gjøgnum Haraldssund, og tá stóð brimið upp á bakkan á Skarði, so har var ikki hugsingur um at koma á land. Teir løgdu at í Haraldssundi áðrenn teir hildu á fram til Kunoyar, suður um Kunoyarnes við bátinum.

Í Klaksvík var Hanna rópt Vága - Hanna. Tey bæði fingu 11 børn.