Rasmus í Útistovu og konan

Her er ein mynd av Rasmus Johansen (Rasmus í Útistovu) og konu hansara Anna Malena Hans Christiansdatter, ætta úr Árnastovu.

Rasmus (oldurabbi) var føddur 23. Nov í 1825, og andaðist 10. Sept í 1908, 82 ára gamal. Í 1850, tá Rasmus var ungur, ja einans 25 ára gamal, tá festi hann Útistovuna,ungur,, akkurat í rætta aldri, fullur av lívi. Nú á døgum er ikki óvanligt, at menn sum eru millum 50-60 árs aldurin, taka við einum festi.

Anna Malena Hans Christiansdatter (olduromma) var fødd 9. Mars í 1831, og andaðist 12. Juli í 1903, 72 ára gomul.

Tey fingu 10 børn, langabbi mín Hans Christoffer Rasmussen (síðani 15. Sept 1917, efternavn Kunoy) var nr 9 í barnaflokkinum, næst yngstur

Annars veit eg ikki nær, ei heldur hvar myndin er tikin, men gamalt er at epli fellur ikki langt frá trænum, haldi at tað sæst á Rasmus at hann er ættaður úr Útistovu, vangin, muðurin, og nøsin, hann líkist nógv pápa, Niklas abbabeiggja, og ikki sørt Páll pápabeiggja.

William Dam skrivar : Takk fyri myndina, tú hevur lagt út .Rasmus var langommubeiggi mín. Rasmus skuldi hava kraftiga góða sangrødd.

Paulina Andreasen :

Púrasamd. Páll er átøkur honum. Ein áhugaverd mynd og klár. Anna Malena hevur sjádsama langa, smala hond. Munnu onkrir eftirkomarar hava tað?

Meinhard Eliasen :

Tá olduromman er deyð í 1903, so er myndin millum tær elstu sum tiknar eru í Føroyum. Var ikki ein kunoyardáma millum fyrstu fotografarnar í Føroyum og hevur hon tikið myndina?

Djóni Kunoy :

Takk fyri info William Dam, tað visti eg ikki av, við hansara sangrødd, men eg veit at Rasmus var “Kongsbonde, kirkeværge, fåreavler, fisker, og af og til degn, og klokker i Kirken”