Hans J. Glerfoss
Hans Jákup Glerfoss (19. november 1937) er føddur í Mikladali. Best kendur sum málari, men hevur eisini givið yrkingarsøvn út. Glerfoss er føddur í Mikladali í 1937, men vaks upp í Kunoy hjá ommu síni og abba sínum har. Aftan á loknan barnaskúla fór hann fjúrtan ára gamal inn til Klaksvíkar at arbeiða, var eitt skifti til skips, arbeiddi so aftur sum timburmaður í nøkur ár, til hann 27 ára gamal fór at fáast við myndalist og skaldskap burturav.
Í tíðarskeiðnum 1966-1969 greiddi hann til prentingar trý yrkingasøvn "Til B", "Fjallafossar" og "Kvirra í reyðum og bláum", allar frálíka yrkingabøkur.
1966 - Til B (yrkingarsavn)
1967 - Fjallafossar (yrkingarsavn)
1969 - Kvirra í reyðum og bláum (yrkingarsavn)
1969 - M.A. Jacobsens Heiðursløn fyri yrkingasøvnini.
Tónleikaútgávur[rætta :
"Eitt blað eg á kann skriva", Juni 2010, EP-fløga við løgum eftir Hanus G. Johansen og tekstum eftir Hans Jákup Glerfoss. Fløgan kom út tann dagin Hanus fylti 60 ár á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum.
Hans jákup Glerfoss (1937-)
Hans Jákup Glerfoss. Hann er føddur í Mikladali í 1937, men vaks upp í Kunoy hjá ommu síni og abba sínum har. Aftan á loknan barnaskúla fór hann fjúrtan ára gamal inn til Klaksvíkar at arbeiða, var eitt skifti til skips, arbeiddi so aftur sum timburmaður í nøkur ár, til hann 27 ára gamal fór at fáast við myndalist og skaldskap burturav.
Í tíðarskeiðnum 1966-69 greiddi hann til prentingar trý yrkingasøvn »Til B«, »Fjallafossar« og »Kvirra í reyðum og bláum«, allar frálíka vakrar yrkingabøkur, ið høvundurin sjálvur hevði skrýtt við linoleumskurðum.
Neyvan fara vit skeiv, tá ið vit meta, at stóru yrkjarafyrimyndirnar hjá Hans Jákupi vóru Áarstovubrøðurnir Janus og Hans Andrias. Frá teimum lænir hann rímsnildi og ørindislag, og serliga nógv líkist hann Janusi, tá hann av øllum alvi vil vera trúgvur móti málsins vælljóði:
»Standið stinnir synir sterku
háðið hatska hevndarbák.
Men tá ið hetta er sagt, eigur at verða lagt afturat, at tað ofta eydnast Hans Jákupi at skapa vakrar yrkingar um enn á gomlum grundvølli.
»Nú glógvar boðin yvir tindarond,
og heystartøgn og stilli víða valdar -
tað dunar hult við veðurbardan klett -
sítt fyrndarlag hitt villa havið aldar«.
(»Í túninum«) brot
»Vónloysi«, »Brostnir streingir«, »Einsemi«, hetta eru øll heiti úr fyrsta savninum, og víst er tað, at einsemis-kenslan er sterkur táttur í skaldskapinum, annar táttur er treytaleysa andstygdin móti lygnini og teimum »fjandans bølmennum«, ið happa hin fjónaða, og ein triði táttur er yndi til kvinnuna; ið hann einastaðni lýsir soleiðis:
»Sum summarnátt og sunnanlot
sum áarrák og alduskot
sum morgunbros, sum íðudrag
sum dúgvutos og veingjaslag«.
(Kvinnulyndi) brot
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført
Myndir

