Fólkatølini gjøgnum árini.

Í 1834 vóru 5 hús, og 22 fólk hoyrdu til bygdina. Hetta var framstig og nú bar til hjá teimum at manna bát.

Í 1835 : Um hetta mundið vóru fimm hús á Skarði, og tey høvdu øll mist forsyrgjaran, eftir sótu fýra einkjur við sjey faðirleysum og ómyndugum børnum. 

Av teimum seytjan fólkunum, ið nú livdu eftir, vóru, umframt konufólkini og smábørn, bert tríggir dreingir millum tólv og sekstan ár og tveir gamlir menn, annar sjeyti og hin farin um tey áttati.

Lívið kom tó aftur í ta gomlu leguna, og bygdin fótaði sær.