Purkhús
Purkhús – maðurin og staðið :
Jákup Andreasen Skrivar soleiðis :
Her stendur Purkhús við eyðkendu føroysku húgvuni við leivdirnar av Purkhúsinum norðuri á Dal á Kunoynni. Jóhan Purkhús, sum vit bara kallaðu Purkhús, varð ættaður úr Kunoy. Hann var sonur Hans Paula, vanliga róptur Pól í Køkinum og Katrinu Sofíu, sum varð ættað úr Hattarvík. Pól í Køkinum má hava fingið sær eftirnavnið Purkhús, tí í yngri árum var eftirnavnið Johansen. Eg veit onki at siga um, hví Pól í Køkinum fekk sær nýtt eftirnavn. Eftirkomararnir hjá brøðrunum hjá Jóhan hava øll eftirnavnið Purkhús.
Jóhan Purhús giftist í 1939 Idu Isaksen, sum var dóttir Sáru og Jens Klæmint Isaksen. Ida og Jóhan áttu sjálvi ongi børn, men Sára Inger, sum hon varð kallað í Klaksvík, ella bara Sára í Havn vaks upp hjá teimum. Sára var tað triðja um teimum seks børnum hjá Esther og Jens Sofusi Isaksen. Ida og Jens Sofus vóru systkin. Hvørki Ida ella Purkhús blivu gomul fólk. Ida doyði í 1969 um 60 ára gomul og Purkhús í 1978, 65 ára gamal. Sára Inger doyði í januar 2022, 73 ára gomul.
Søgan ella søgnin um staðarnavnið Purkhús er rættiliga dramatisk, og her er hon endurgivin, sum hon stendur í “Sagnir og ævintýr” hjá Jakob Jakobsen: “Seyðafelli hevði verið í Kunoy. Kunoyingar settu tí upp gimbrar norðuri í Dali (norðan fyri Kunoyarbygd). Har høvdu teir gjørt sær eitt lítið hús, sum teir høvdu gimbrarnar fastar í um næturnar, at tær skuldu ikki rýma burtur. Tveir menn sótu altíð hjá teimum um næturnar.
Eitt kvøldið, sum teir so sótu, kókaðu teir sær greyt til nátturða. Sum annar teirra stendur og ger út á pottin, hevur hann fyri munni á sær: um nakað so ræðiligt kundi komið nú, at teir ræddust? Hin biður hann ikki tosa slíkt. Sum teir eru setstir at eta, setur eitt avskræmiliga ljótt eitt høvdið inn um dyrnar - snýðið á tí er líkt einari rossaskon - og sigur: “Vilja tit síggja snutti mítt?” Annar tekur greytarsneisina og tveitir í skortin á trøllinum. Trøllið út av durunum við rini og hvini. Tá kom ræðsla á teir, og báðir tvísporandi heim í bygdina.
Dagin eftir fóru teir norður aftur í Dal til at hyggja eftir gimbrunum. Tá livdi eingin purkan eftir; men garnarnar vóru vavdar rundan um húsið. “Purkhúsið” kallast støðið eftir tí enn”. Myndin er úr myndasavninum hjá Purkhús.