Meslingar í 1937
Jens Juel Sólbjørg :
Meslingar gingu í Haraldssundi í 1937.
Ein maður úr Kunoy kom til Haraldssundar at keypa eina kúgv frá Jógvan Joensen, men maðurin slapp ikki inn um garðin fyri hann ikki skuldi fáa mestlingarnar.
Maria Joensen, kona Jákup Joensen av Skarði, fór tá við drekkamunni suður til garðin at geva manninum ein drekkamunn áðrenn hann fór avstað við kúnni. Tá hann hevði fingið drekkamunnin og kúnna, fóru kúgvin og maðurin til gongu til Kunoyar. Hetta er ein langur túrur, tí tað eru 6 fjórðingar frá garðinum í Haraldssundi, runt Nesi og heim til Kunoyar.
Myndir
