Helga Jóhannesen

Anna Jóhannesen skrivar soleiðis :

Hendan kvinnan er mamma mín og var hon ein megnarkvinna. Hon hevði fylt 100 ár í dag. Hon  var fødd í Klaksvík 27/3-1923, men hon bleiv einans 76 ár og andaðist 17/11-1999. Tá eg hugsi aftureftir, hevur hon havt eitt strævi lív, helst meira enn nógvar aðrar kvinnur, sum eg kann minnast afturá.
Hon bleiv gift til til Haraldssunds 12/2-1956 og bleiv einkja í mars 1967. Hon sat eftir við tveimun børnum 8 og 6 ár gomlun og búði undir vánaligun korun í húsinum, sum vóru í ringun standi. Onki wc, høvdu bukku. Mamma hevði ein lítlan handil, sum pápi mín startaði, tí hann legðist uppá land vegna sjúku. Hann hevði ringt hjarta, hevði seyð at passa, mátti hoyggja á bønum, renna oman og niðan, tá fólk skuldi keypa. Ofta vóru tað børn men so setti hon seðil uppá hurðina, at tað var stongt og eg haldi at tað hjálpti. Vit manglaði ongantíð nakað, fingu døgurða hvønn dag. Hon var ein góð mamma. Pápi hevði verið 100 ár 19/11-1922, men hann fór alt ov ungur, einans 44 ár, men í 1972 fór eg til Klaksvíkar í skúla og hon flutti til Klaksvíkar í 1974. Tá var bukka framvegis í húsinum. Hon kundi ongantíð fáa eitt wc.

Myndir