Túrurin norður til Skarðs og til Kunoyar.

Túrurin norður til Skarðs og til Kunoyar :

Ein stórsligin og fjølbroyttur túrur, fyrst fram við sjóvarmálanum til avtoftaðu bygdina Skarð, sum fekk tunga lagnu, og haðani niðan gjøgnum Føroya størstu gjógv, Skarðsgjógv, til Kunoyar.
Túrurin byrjar við bátahylin í Haraldssundi norðast í bygdini. Tað kann vera eitt sindur ringt at finna gøtuna, men tá ið tú hevur gingið eitt petti fram við bakkanum, verður hon sjónligari. Nógv gil og áir eru á veg norður. Ver ansin, har hellan er hál.

 

Nógv samband var millum Haraldssund og Skarð, og gøtan bant bygdirnar saman í øldir.

 

Óvist er, hvussu gomul bygd Haraldssund er. Hildið verður, at bæði Haraldssund, Kunoy og Skarð eru elligamlar bygdir. Haraldssund er kyrrupláss, og í gomlum døgum høvdu allar bygdirnar í Kunoy neyst á Fiskimøl beint sunnanfyri, har tunnilsmunnin er í dag.

Gøtan til Skarðs er hugtakandi, tí hon gongur so tætt við sjóvarmálan. Her hoyrir tú aldurnar skvatla inn móti klettinum, og oman fyri teg reisast hamrarnir og ørandi fjøllini. Kunoy er javnt hægsta oyggin í Føroyum og eigur ikki minni enn seks av teimum 10 fjøllunum oman fyri 800 metrar. Illgongt er nógvastaðni, og ráðiligt er ikki at fara í fjøllini í Kunoy uttan staðkendan ferðaleiðara.

 

Tá ið tú hevur gingið á leið 1½ km, kemur tú til Skarðsmannastíggj. Her plagdu skarðsmenn at fara upp, tá ið teir høvdu verið á útróðri við haraldssundsmonnum. Fyrst høvdu teir lagt veiðuna upp á Skarði og róðu so við haraldssundsmonnum suður til stíggin, haðani teir gingu norður aftur til Skarðs.

 

Skarðsmenn høvdu neyst í Búðadali, og toftirnar av tí síggjast framvegis beint norðan fyri Búðadalsá, sum er markið millum bygdirnar báðar. Tá ið ov ókyrt var á Skarði, brúktu skarðsmenn Búðadalsneystið ella róðu til Haraldssunds.

 

Eftir einar fimm kilometrar sært tú Skarð og húsatoftirnar, sum tykjast evarska smáar niðri við bakkan. Meðan vit ganga inn í Skarðdal, koma 500 m høgu røkurnar undir Kúvingafjalli og Middagsfjalli alt meira og meira undan. Og tá ið vit koma norður til Skarðs, síggja vit beint niðan i hetta stórbæra Skarðið við Føroya størstu gjógv, grýtutu Skarðsgjógv.

 

Fylg gøtuni norður til bygdina, fram við sjáldsama fossinum í Skarðdalsá. Hinumegin sundið er Skálatoftir, ið eisini er avtoftað bygd. Hon var avtoftað í 1914. Gingið verður fram við bøgarðinum í erva, til vit brádliga koma til tær mongu húsatoftirnar.

 

Frá bygdini er góð gøta oman á Kleivina, har til ber at síggja, hvussu ólagaligt tað hevur verið hjá skarðsfólki at flota bát.

 

Tá ið skarðsmenn tollaksmessudag í 1913 vóru til útróðrar, brast illveður brádliga á, og teir vunnu ikki upp land. Báturin gekk burtur við sjey monnum. Bygdin misti í einum høggi allar arbeiðsførar menn. Lívið gjørdist so tungt, at bygdin í 1919 varð avtoftað. Ein minnisvarði er reistur á Skarði yvir teir sjólátnu. Hann var avdúkaður 14. august í 2013.

 

Gev tær stundir at njóta kvirruna og góða útsýnið á Skarði, áðrenn gingið verður víðari til Kunoyar.

 

Gøtan av Skarði til Kunoyar gongur niðan við Mataránni, sum rennur mitt í bygdini.
Mataráin byrjar við eina keldu uppi á Hábrekku, uml. 300 m oman fyri bøgarðin. Fyri at fáa vatn til bygdina gróvu teir eina opna vatnleiðing allan vegin yvir til bygdina. Hóast hetta bleiv gjørt við einføldum amboðum, so hevur hetta riggað væl, tí enn rennur áin langa teinin skrátt oman til bygdina.

 

Gingið verður víðari niðan til Túvustein og haðani beint niðan í Skarðsgjógv.
Tað er tungt og torført at ganga niðan gjøgnum grótrúgvuna og koma sær niðan um gjáarmunnan og víðari niðan gjøgnum gjónna. Men hesa leið gingu skarðsfólk ofta, tí tey høvdu ikki kirkju á Skarði, og tí máttu tey í kirkju í Kunoy. Hetta bleiv gjørt triðja hvønn sunnudag, tá ið prestur vitjaði, men sjálvsagt bert um tað viðraði.

 

Ver ansin og gev tær tíð til at ganga varisliga, so at grótið ikki fer á rull. Um tit eru fleiri í ferðalagnum, er best at ganga tætt saman, men tó ikki so tætt, at tit kunnu rulla grót á hvønn annan. Ikki er ráðiligt við meira enn fýra í ferðalagnum.
Tá ið komið er niðan í gjónna, er tað SERA umráðandi at ganga tætt niðan við syðru síðu. T.v.s. gongur tú niðaneftir, skalt tú halda teg heilt inni undir vegginum í vinstru síðu. Hetta er fyri at sleppa undan gróti, sum kann detta niður. Tað er strangliga frárátt at ganga gjøgnum gjónna um veturin og várið, tá ið váðin fyri omanlopi er størstur.

 

Nógvur havhestur eigur í rókum og holum í gjónni, eisini heilt niðri við, har sum gingið verður. Ver fyrireikaður, so teir ikki brádliga kløkka teg – og ansa eftir, at teir ikki spýggja á teg.

 

Tað er ikki ofta, at ein gjógv sæst inni í eini aðrari gjógv, men tað síggja vit, meðan vit ganga niðan. Gjógvin eitur Mirugjógv.

 

Tað er tungt og møðsamt at ganga teir 300 hæddarmetrarnar niðan gjøgnum gjónna. Tað tykist sera langt ... Men tá ið vit í 618 m hædd koma niðaná, vantar okkum ein sera vøkur sjón. Vit síggja oman yvir økið vestan fyri hesi trý sera høgu kunoyarfjøllini, Urðafjall, Middagsfjall og Kúvingafjall. Undir okkum síggja vit vakra Lítlafjall, sum skilir teir báðar dalarnar oman fyri bygdina Kunoy. Her er vakurt at seta seg og bara njóta løtuna.

 

Upp úr gjáarmunnanum ganga vit oman grýtuta lendið og síðani oman eftir norðaru síðu á Skarðdali, oman gjøgnum Klovastígar. Tað er umráðandi, at vit koma rætt á gøtuna, sum er eitt sindur sjónlig í brattlendinum longur niðri. Gøtan sneiðir seg oman gjøgnum brøttu fjallasíðuna við Klovastígar. Einar tværstaðni er tað vátt og runut á gøtuni, men ein góðan summardag bilar hetta onki. Av tí at ongin varði er til at vísa á røttu leiðina oman gjøgnum Klovastígar, er neyðugt at ganga eftir GPS-slóðini á einum góðum GPS’ara.

 

Tað er vakurt at ganga oman gjøgnum hamrarnar í dalinum, og nógv er at síggja. Legg til merkis, hvussu ymiskir hamrarnir eru.

 

Gingið verður beint oman móti kirkjuni í Kunoy. Gingið verður oman gjøgnum Botnsbrekku. Komin oman til Skarðdalsá er eitt hegn, sum gleivast skal upp um fyri síðan at koma tvørtur um ánna. Tá ið vit nærkast bøgarðinum, fara vit aftur at hóma gøtuna. Gingið verður gjøgnum bøgarðsportrið og haðani beina leið tvørtur um ovara vegin (Niðan Viðarlund) oman gjøgnum geilina til Kirkjuna, har hin bilurin stendur parkeraður. Um summarið kann vera nógv gras á í geilini og tískil eitt sindur torført at síggja, hvussu gangast skal. Brúka tá GPS-slóðina.

Myndir