Hygg nú í garðin Símun av Skarði

Alex Sólstein skrivar soleiðis :

Ein áhugaverd mynd fra fyrst í 19. hundraðtalinum er ein hoyberadagur á myrkjanoyrarbøi. Tey gera des. Vit síggja øll vera samankomin, bæði ung og gomul. Menninir bera hoyggj, meðan konurnar snara bendlar. Bendlar vórðu brúktir at tryggja desina. Teir vóru lagdir um desina við steinum hangandi í, so hon ikki skuldi fara av vindi. Teir eru komnir rættiliga langt við desini, so ungu menninir ovast eru í ferð við at stúva væl og sneiða kollin. Símun kallar tað í sanginum at kjala - gera kjøl á - so vætan ikki verður standandi, men setur omanav.

 

Tað sigst, at háskúlamenninir, Símun og Rasmus, skuldu koma framvið henda dagin, og at Símun av Skarði haðani hevur fingið hugskotið til sangin :

“ Og hygg nú í garðin, har eru tey farin at gera des.”

 

Vit enda hetta hugarenslið við at prenta sangin hjá Símuni:

 

Og hygg nú í garðin, har eru tey farin at gera des.

Har eru øll somul, bæði ung og gomul, av nøv og nes´.

Við skemtan har arbeiðið gongur skjótt.

Er eingin látur?-Tú mátti bøtt!

 

Hvør skal nú kjala? Ei um at tala,

vit hava víst tveir dreingir so reystar- teir giftast til heystar- teir kjalaðu síðst.

So ernir teir daga mót himli hátt.—

-Men dagurin líður, brátt verður nátt.

 

Og hoyggj er at bera og bendlar at gera- loys henda knút.

Gakk tú og snara, og “gamla” kann fara at geva út.

So gongur tað alt við rúkandi ferð; brátt kunnu vit siga, at liðugt er.

 

Og nú eru svangir væl allir smádreingir og gentur við.

Við blíðmæltum orðum tey bjóðast at borðum øll lið um lið

har heima í stovu í góðum lag,

tí desasneið hava vit í dag.

Myndir