Ida Purkhús

Jákup Andreasen hevur skrivað :

Ida Purkhús dugdi so mangt
Her sita Ida Purkhús og Sára Inger Isaksen og fáa sær ein drekkamunn. Ida fekk barnalammilsi sum smágenta, sum gjørdi, at hon var illa gongd, men hon dugdi væl til hendurnar. Hon var ófør at seyma og seymaði fyri fólk. Eisini dugdi hon væl at spæla klaver.
Jóhan Purkhús var ættaður úr Kunoy og giftist Idu í 1939. Ida var dóttir Sáru og Jens Klæmint Isaksen. Ida og Jóhan átti sjálvi ongi børn, men Sára Inger, sum hon var kallað í Klaksvík, ella bara Sára í Havn, vaks upp hjá teimum. Hon var tað triðja um teimum seks børnum hjá Esther og Jens Sofusi Isaksen. Ida og Jens Sofus vóru systkin. Sára giftist Pál Weihe, og tey eiga tvey vaksin børn.
Hvørki Ida ella Jóhan Purkhús blivu gomul fólk. Ida doyði í 1969 um 60 ára gomul og Purkhús í 1978, 65 ára gamal. Og fyri einum góðum ári síðan doyði Sára Inger 73 ára gomul. Eg minnist lítið til Idu, men Jóhan kendi eg sera væl, og eg helt nógv av honum.


Jóhan Purkhús eldri tók myndina miðskeiðis í 1950 árunum.

Myndir