Yrking Hans J. Glerfoss
Myndin er av einum málningi, sum Hans J. Glerfoss málaði.
Málningurin er av skarðsfólkum, tá tey rýmdu av Skarði 26. januar 1919.
Eg vil so fegin tæna tær
mín bjargari mín Guð,
vil gleði tí tú unti mær
títt lív og ljósins lut.
Og ivan sum meg binda vil
og mannaóttan við,
rek frá mær og send aftur til
tey ytstu myrkurs mið.
So ikki slókta beri eg
ta lykt eg fekk í hond,
frá tær at lýsa øðrum veg
til tín og lívsins lond.
Hans J. Glerfoss
Myndir


