Á Skúlaloftinum

Undir seinna veraldarbardaga 1939 - 1945, rýmdu fleiri húski úr Klaksvík og út á bygd og soleiðis komu fleiri til Haraldssundar.

Vit hava spurt Áslu Heinesen um hon minnist nakað til hetta :

Jú, hon minnist nakað, men hon mintist ikki alt. 

Vit hava so skriva niður, tað sum Ásla helt seg minnast. 

Á skúlaloftinum vóru :

Einar Waag og fyrra konan. Hon gekk við barni undir belti. H.on doyði undir keisaraskuri.

Her leggur Ásla afturat, at har keyptu tey maltøl.

Berint í Brekkuni og Dina -- eingi børn.

Ásla gekk í skúla tá og varð fermd í 1941.

Kelda : Ásla Heinesen

Myndir