Hjá Rasminu ( Minu )
Undir seinna veraldarbardaga 1939 - 1945, rýmdu fleiri húski úr Klaksvík og út á bygd og soleiðis komu fleiri til Haraldssundar.
Vit hava spurt Áslu Heinesen um hon minnist nakað til hetta :
Jú, hon minnist nakað, men hon mintist ikki alt.
Vit hava so skriva niður, tað sum Ásla helt seg minnast.
Hjá Rasminu ( Minu ) :
Har búðu tey hjá Jákup Post, ein dóttir Marietta og 3 - 4 børn. Konan var dóttir til Antinis á Strond.Tað vóru stórar familjur, so tað komu og fóru ímillum, men hon minnist ikki øll.
Myndir
