Har Suðuri

Undir seinna veraldarbardaga 1939 - 1945, rýmdu fleiri húski úr Klaksvík og út á bygd og soleiðis komu fleiri til Haraldssundar.

Vit hava spurt Áslu Heinesen um hon minnist nakað til hetta :

Jú, hon minnist nakað, men hon mintist ikki alt. 

Vit hava so skriva niður, tað sum Ásla helt seg minnast.

Har Suðuri :

Poul Juul í Grótinum og Lisa Bjørgheim. Yngsta barnið, Jógvan, lá í vogni tá tey komu og so var tað Hjørleiv, Thorleiv, Hannis og Erla. Tey fluttu seinni í húsini hjá Elsu Margretu ( Ásla Heinesen ) fór við sum arbeiðsgenta.

Amalia lá blind og Anna Sofía fór av seingini tá tey komu og lá á gólvinum í bóli. Omma og abbi Sofía og Símun svóðu í koyggju í roykstovuni.

Kelda : Ásla Heinesen

Myndir