Har Innari
Undir seinna veraldarbardaga 1939 - 1945, rýmdu fleiri húski úr Klaksvík og út á bygd og soleiðis komu fleiri til Haraldssundar.
Vit hava spurt Áslu Heinesen um hon minnist nakað til hetta :
Jú, hon minnist nakað, men hon mintist ikki alt.
Vit hava so skriva niður, tað sum Ásla helt seg minnast.
Har Innari :
Her búðu : Bakarin Kjelnæs og konan. Hon var systkinabarn við Hugo Joensen.
3 børn : Tonny, Kári og ? Tey vóru smá.
Tey á Bakkanum høvdu íbúð í kjallaranum. Hansemann og Elin ( systir Binu ). Tað elsta barnið varð føtt har, Jóannes ella Jákup.
Kelda : Ásla Heinesen
Myndir
