Yvir søgubrot.

Yrking eftir : Hans J. Glerfoss :

 

Tókust undir korum kørgum

menn á havi og í bjørgum,

vaggandi á ytstu miðum,

sveiggjandi í hægstu sigum.

 

Mangan so við úthavsoddar

frægum untist vøggukoddar,

djúpt í tungum atlantsstevi

grynnugras til síðstu legu.

 

Fyri Skarð við triðja smeitið

vónin hvarv um síðsta leitið,

tá ið sakk í norðhavsbárum

mannkyn alt í bestu árum.

 

Hugsi sjáldan er so vorðið

so nógv beiskt í part er skorið,

at tað heim, sum kundi gleða,

ikki við er heim í trega.

 

Ivaleyst tey tí í sessi

tugdu sættu tollaksmessu

eftir hina feigdargráu

sum gav sorg í jólagávu.

 

Hildu meir við vón enn styrki

konur kanska verndarvirkið,

tær við hjúnarmakum skaptu,

hugdu, hugdu - til tær taptu.

--------- 

Fólk í túni undir fjalli,

fáment eftir mannafallið,

tigandi, av royndum lúgvað

seg til burturferðar búgva.

 

Bera fram við búðarlagið

húskiráð og seingjarklæði,

- møður hava børn á armar,

meðan heimaseyður jarmar.

 

Lon sum hýsti mandómsmegi,

gestablídni og móðurgleði,

lokast nú á síðsta sinni,

so gerst kvirt -- og kólnar inni.

 

Gongur so at sævarmótum

lítið lið á tungum fótum,

meðan millum húsarøðir

oyðubygdatøgnin fløðir.

 

Fermt við tøgn -- frá landi stingur

tjørað far -- brátt kjalarklingur

firrast undir degi lágum

norður eftir sundi gráum.

 

Hans J. Glerfoss.

Myndir