Sangur um Skarðsgjógv.
Hesin sangurin er gjørdur á Húsum og tað er Jóannes Joensen -- Geila Jóannes, sum yrkt hevur.
Tað sum vit leggja merki til er, at hann kallar sangin fyri : " Kunoyar Skarð "
Vit vita at haraldssundsmenn og skarðsmenn hava sagt og siga " Skarðsgjógv " og tá sær ein gjónna eystaru megin og tá er tað ein gjógv.
Kunoyingar og helst húsamenn hava sagt " skarð " tí tað er at síggja sum eitt skarð vestaru megin. Møguliga meinar yrkjarin við at sangurin er yrktur um Kunoy og Skarð.
Vit hava valgt at seta sangin inn her, tí tað kann vera skjótt at ein slík yrking blívur burtur.
1 ) O Kunoyar Skarð
eg minnist so væl, tá ið gingið var har
frá Kunoy til Skarðs mangan lyktir tú sá
í Skarðdali norðara kjálkanum tá
um Skarðið teir fóru á degi og nátt
eg minnist tað gott.
2) Tann skiftandi tíð
hon minnir meg um hetta ósparda stríð
frá Skarði til Kunoy og aftur til Skarðs
tá ofta varð gingið av fólkinum har
Nú er tað ein søga, sum sagt verður frá
so gjørdu tey tá.
3 ) Men Skarðið tað er
so sjáldsamt at síggja, nei ongastað her
um oyggjarnar sær tú ei líknandi skarð
Ja, um tú langt leitar tú finnur ei har,
ið eygað kann undra, tá tað hetta sær
teg Kunoyar Skarð.
4 ) Ja, Kunoyar Skarð
so vakurt í útsjónd og stendur enn har,
sum tað hevur staðið frá fornari tíð
so vakurt tað er, einki Skarð líkist tí.
Av skørðum eg síggi ei nakað líkt tær
tú Kunoyar Skarð.
Yrkt hevur Jóannes Joensen -- Geila Jóannes á Húsum.
Hann minnist, tá tey sóu ljósini ( lygtirnar ) tá fólkini komu oman gjøgnum Skarðdal.
Ein søgulig yrking og verd at varðveita.
Myndir
