Kunoyar Katrina
Kunoyar Katrina úr Árnastovu í Kunoy :
Katrina Hans Christiansdatter -- fødd 01 - 10 - 1835 í Árnastovu í Kunoy. Hon var dóttir til Hans Christian Simonsen og Sunneva Michelsdatter.
Katrina giftist við Lamba - Jákup -- Jacob Johannesen búsettist tey á Hellunum. Har kallaðu tey hana fyri Kunoyar - Katrina. Jacob doyði úti omanfyri bygdina. Tey fingu 3 børn.
1 ) Jóhannes Johannesen føddur 8. mai í 1867 og deyður 14. juli í 1950. Jóhannes fór til fastur sína í Funningi at vera, tá pápin doyði og var har til hann var vaksin. Hann kom aftur til Hellurnar.
2 ) Sunneva Maria Johannesen fødd 3. oktober í 1869 og deyð 4. mai 1938. Sunneva fór til Kunoyar til mammubeiggjan at vera, tá pápin doyði. Hon kom aftur til Hellurnar at vera, tá hon var vaksin. Sunneva dugdi eisini væl at veva sum mamman og hevur vovið nógv pløgg fyri fólk.
3 ) Elin Maria Johannesen fødd 27. mars í 1872 og deyð 20. desember í 1960. Elin var hálvtannað ára gomul, tá pápin doyði. Hon var verðandi hjá mammu síni, tá hini systkini fóru út til fosturs.
Seinni maður Katrinu var Líggjas Øregaard á Lækjuni í Fuglafirði, og hann fór út av bakkanum og sást ikki aftur. Tey fingu tvey børn og so sat Kunoyar - Katrina einkja fyri aðruferð -- 63 ára gomul. Hon livdi høgan aldur og børnini eru hesi :
4 ) Jacob Sámuel Øregaard - føddur 9. november í 1879 og deyður 17. september í 1897. Hann slerdi út av skipi á veg heim úr Íslandi.
5 ) Anna Margretha Fredrikka Øregaard - fødd 4. mars í 1881 og deyð 30. september í 1952. Hon var ung, tá hon fór heim til Oyndarfjarðar til systrina í Hvanngarðinum og hon varð verandi í Oyndarfirði. Systur Annu, sum hon fór til er : " Elin í Hvanngarðinum. "
Myndir
