Fortegnelse over bådene i Haraldssund 1858.

Fortehnelse over bådene i Haraldssund 1858 :

Skard --- Haraldssund --- 4 mannafør vóru 4 bátar, eitt 6 mannafar og eitt 10 mannafar.

Her bruges om vinteren af begge bygder i forening eet 6 mannafar og eet 10 - mf.

Om sommeren hver for sig to 4 mf.

Um 1810 gjørdu teir báðir embætismennirnir Løbner oh Hammershaimb eina statistik yvir vinnulíkindir í hvørjum einstakum húsi í hvørjari bygd, undirskrivað í 1811.

Hiðani eru upplýsingarnar fingnir um bátstal, bátseigarar, báts - og fiskipartar í hvørjari bygd sær. Fiskapartarnir hava sjálvandi skift alt eftir fólkatali hevur verið í húsinum til ymiskar tíðir, meðan bátatalið og eigarahúsini hava ligið rættiliga fast.

Talið av útróðraførummonnum, tað eru menn millum 15 - 60 ár, er tikið úr fólkateljingunum 1801 - 1870.

Viðvíkjandi fólkateljingini í 1801 skal tó nviðmerkjast, at har eru nakrar rættingar gjørdar, bæði tí at hús mangla og eisini tí at hon ikki kann vera gjørd fyrr enn á sumri 1802, tó at hon er søgd at vera gjørd á vári 1801.

Rættingarnar eru gjørdar samsvarandi høvuðsminsterialbókini, fráboðan sýslumansins til skiftirættin og skiftirættsprotikolluna.

Myndir