Bátshald í Norðoyggjum í 1801.
Bátshald í Norðoyggjum :
Hvussu hava líkindini at røkja sjógvin verið í teim einstøku bygdunum. -- Í einari frágreiðing um kongsfestini gjørd í 1721 sæst, at øll festi, tó ikki tey heilt smáu, skuldu halda kongsneyst, sum oftast var tilstóran bát t. v. s. 8 mannafar.
Hesi somu festini áttu sum regul part í sjálvum bátinum, men eisini ognarmenn, sum ongantíð síggjast at hava havt neystaskyldu, áttu fleiri ella færri partar í bátinum, alt eftir sum støddin av kongs - og ognarjørðini í bygdini var.
Vit finna so tíðliga sum í 1707 dømi um at einstakir ognarmenn eiga bæði bát og neyst sjálvir. -- Í 1835 eru hesi viðurskifti meinlík teimum í 1721, og vit hava góðar grundir til at hugsa, at bátshaldið fyrst í 19. øld er stórt tikið tað sama, sum tað hevur verið í øldir.
Útróðrarførir menn og bátatal í 1801 :
Nr. 15 Kunoy -------------- 16 menn ----- 2 áttamannafør -- einki 6 mannafar og 4 fýramannafør.
Nr. 16 Haraldssund ------- 4 menn ----- 1 áttamannafar -- einki 6 mannafar og 2 fýramannafør
Nr. 17 Skarð ---------------- 4 menn ------ einki áttamannafar, einki 6 mannafar og 1 fýramannafar.
Tað sær út sum at haraldssundsmenn og skarðsmenn hava róð út saman.
Myndir

