Kunoyarbáturin 1913
Tollaksmessudagur 1913 kemur at liva leingi sum tiltikin skaðadagur, tá ið tríggir bátar við 19 monnum komu ikki aftur av útróðri; við teimum kom talið á sjólætnum upp undir jól at vera 25 mans; eftir sótu 13 einkjur við 43 børnum undir 15 ár.
Avbera vakur var hesin dagur, tá ið hann kom úr havi, og lokkaði mangan bátin til havs, men ofta býr fals undir fríðum skinni.
Komnir á fiskileið, brendi hann av landnyrðingi og kølsvart í kavaroki.
Tá ið vestfallið kom, gjørdist sjóvarilskan við oyggjarendarnar ov stór fyri opnar bátar. Tveir vóru bátarnir, sum fóru úr Kunoy henda morgun; annar var komin inn undir land, tá ið veðrið kom, og sleit heim í bygdina, men seksmannafarið " Samløgan " kom ikki aftur.
Við Kunoyarbátinum fóru :
Daniel Danielsen, 41 ár, giftur og átti 5 børn.
Joen Jacob Frederiksen 50 ár; giftur og 1 barn.
Johan Dam, 40 ár; giftur og 8 børn.
Thorsten Samuelsen, 49 ár; giftur og 1 barn.
Hans Pauli Jacobsen, 16 ára gamal.
Hans Jacob Krebs Olsen, 22 ár.
Hans Jacob var úr Skúvoy og var komin til Kunoyar at halda jól. Hann fór við fyri Karl Michaelsen, sum var sjúkur, tá ið teir fóru.
Myndir
