Heini bóndi í Haraldssundi í 1705

Fremmandir :

Men allur handil við hesar ókunnumenn var ólógligur og yvirvaldið fór ikki fram við mýkindum, um tað kom upp, at onkur hevði verið í hóslag við teimum.

Tað fekk Heini bóndi í Haraldssundi at sanna; á sumri 1705 hevði hann keypt eitt sindur av tubakki frá einum hálendara fyri tvinni hálvslitin hosupør.

Heini varð klagaður og spældi av við garðin, tríggjar merkur, fyri hesi bæði hálvslitnu hosupørini -- .

Kelda : Havið og vit

Myndir