Hálendingar suðuri á Búðum

Fremmandir :

Í 16. 17. og 18. øld vitjaðu nógv fremmand skip oyggjarnar. Ørindini vóru ógvuliga ymisk, summi vóru sjórænarar burturav, summ vóru friðarlig fiskiskip, onnur vóru friðarlig handilsskip, meðan tann fjórði og størsti parturin hevði samskipað allar hesar yrkisgreinar í eina, sum gjørdi tað torført at kenna vin frá fígginda. Tað ráddi tí um at vera varsin, tá ið skip nærkaðust landi. Vaktarhúsini, sum enn síggjast víða um á fjøllunum, siga okkum søguna um tað.

Helst mundu teir hálendingar, sum í stórum tali komu undir oyggjarnar at fiska, vera friðarfólk, í minsta lagi yvirhøgur; og tá ið teir av og á søktu havn at hála vatn ella bøta uppá eitt ella annað, var lagamanni at gera eitthvørt býti við teir, helst á Teimum plássum, sum lógu langt frá Havnini, har einasti handil var tá í tíðini.

Búðarnar sunnan fyri bygdina í Haraldssundi var tilhaldsstað hjá hálendingum, sum mundu geva betri lýsiprís enn einahandilin.

Á Kíkavagli skuldu hanga kíkar, sum føroyingar kundu taka, tá ið myrkt var, fylla og hanga aftur á vaglið. Eisini norðan fyri bygdina í Haraldssundi, norðuri í Búðadali eru toftir, somuleiðis millum Strond og Skálatoftir, í Búðunum í Klaksvík og í Hvannasundi.

Men allur handil við hesar ókunnumenn var ólógligur og yvirvaldið fór ikki fram við mýkindum, um tað kom upp, at onkur hevði verið í hóslag við teimum. Tað fekk Heini bóndi í Haraldssundi at sanna; á sumri 1705 hevði hann keypt eitt sindur av tubakki frá einum hálendara fyri tvinni hálvslitin hosupør. Heini varð klagaður og spældi av við garðin, tríggjar merkur, fyri hesi bæði hálvslitnu hosupørini -- .

Í tingbókunum verður eisini greitt frá einum loynihandilsskipi, sum fór á land norðuri í Hvannasundi í 1619 ; eigarin var breti, Jóhan Fermus at navni, og selir hann vrakið til sundabøndur fyri 8 vágir av fjøður og 230 pør av hosum. 24 ár eftir er Fermus aftur í Føroyum og klagaður fyri loynihandil, men dømdur at vera ósekur. Eisini presturin á Viðareiði verður klagaður fyri ólógligan handil við Fermus, men prógv fingist ongi, og so slapp hann.

Verri gekst sýslumanninum Guttormur í Gerðum, tá ið hann trý ár eftir kom í hóslag við Fermus; tað kom honum dýrt at standa. Hetta er nóg mikið til at vísa, hvussu vanligur loynihandil var, og at undangongumennirnir, bæði verðsligir og andaligir; vóru uppi í líka so væl sum bøndurnir. Men hinvegin siga hesar brotsgerðir kanska eisini eitt sindur um, hvussu tvørlig viðurskiftini vóru, tá bert tann eini handilin var at leita til.

Kelda : Havið og vit

Myndir