Rasmus Olsen

Rasmus Olsen var haraldssundsmaður.

Mamman var Múla Katrina.

Pápin var Ole Fredrik Olsen av Skarði.

Rasmus Olsen varð føddur 14. mai í 1868. Hann var kongsbóndi, men hevði umframt festið eisini væl av ognarjørð. Hann var dúgligur jarðarbrúkari, og umframt tað var hann eisini góður útróðrarmaður.

Vert er at nevna, at húsini hjá honum standa á somu grundum, har tann um alt landið kendi Rasmus í Haraldssundi búði, og ikki er tað sørt, at enn sæst farleiðin eftir tí forna bústaði frá teirri tíðini.

Har hava valamenn sitið mann eftir mann, og Rasmus Olsen var einki undantak. Hann andaðist 29. november 1951. Hann var ein av teimum 40, sum var við til at stovna Norðoya Sparikassa.

Rasmus og Oluffa fingu 3 børn : A, B, C

A ) Anna Cathrina Frederikke Olsen fødd 26. januar í 1912 og dey 26. juli í 1986. Hon var tá 74 ára gomul. Hon giftist við Aðalstein Magnusson - føddur 24. mai í 1898 á Norðfjørðinum í Íslandi - deyður 1. oktober í 1987 - 88 ára gamal. Viðmerkjast skal her, at Anna hevði festið eftir pápanum Rasmusi.

B) Simona Johanna Poulina Jovina Petrina Olsen - fødd í 1915. Giftist í 1943 við Petur Olsen á Stongunum í Klaksvík. Hann doyði í 1945.

C) Elsebeth Cathrina Olsen - fødd í 1918 og hon giftist við Hans Arna Sørensen á Húsum.

Hetta eru børnini hjá Rasmus og Oluffu, sum hava røtur úr húsinum " Har Uppi " á Skarði.

Abbin - Ole Fr. Olsen, pápi Rasmus kom av Skarði og omman Cathrina kom úr .......

Myndir