Tá Kristian Djurhuus vitjaði Kunoy.

Sum formaður fyri kommununevndina var eg 27. august á vitjan í Kunoy saman við amtmanninum. Har vóru ikki nógv hús, men bygdin tyktist at vera í góðum standi.

Tað varð eisini sagt, at øll húsini í bygdinin vóru fíggjarliga væl fyri. Tey áttu jørð og pening í Sparikassanum.

Lærarin í bygdini Johan Svend Olsen segðist at vera tann, sum var best fyri fíggjarliga. Hann var giftur við dóttrini í einum valahúsi.

Vit vóru heima hjá honum og merktu, at hetta var eitt valahús og mentað heim.

Ein føst umrøða á tingi var " De af Amtmanden ene afgjorte sager. " 

Tá nýttu tingmenn vanliga høvið til at tosa um alt millum himmal og jørð. Tá var eisini møguleiki hjá Sjálvstýrisflokkinum at finna fram viðurskiftir, har teir kundu gera amtmannin til syndabukk.

Í ár skuldi henda umrøðan vera tann 3. september, men tað merkiliga var, at eingin tingmaður bað um orðið. Orsøkin kann hava verið, at Jóannes Petursson longu hevði brúkt alt krútið á teimum fólkafundum, hann hevði skipað fyri í sambandi við jarðarlóggávuna.

Kelda : Óli Jacobsen

Eg hevði nógvar fundir í búnaðarnevndini, men Jóannes Patursson møtti ikki eftir samanbrestin okkara millum.

Patursson møtti tann 14. september og kravdi, at eg skuldi geva honum umbering fyri okkara samanbrest, men tað noktaði eg fullkomiliga.

Myndir