Jacob Andreasen

Jacob Andreasen nevndur Jákup av Skarði :

Føddur 04 - 12 - 1849 og deyður 13 - 10 - 1921.

Hann varð føddur í Kunoy í 1849. Hann fór sum ungur at takast við timbursmíð, og hann var í ymsum bygdum í Norðoyggjum og bygdi hús.

Eisini var hann við til at byggja kirkjuna í Svínoy.

Hann var kendur sum ein dugandi hegnismaður. Í fleir ár búði hann á Skarði, og av tí kom, at hann varð nevndur Jákup av Skarði. 

Har var hann, eins og skarðsmenn vóru kendir fyri, ein dúgligur útróðrarmaður.

Hann var ógiftur og doyði í Kunoy í 1921.

Her er eitt sindur um kirkjuna í Svínoy :

Kirkjusýn er aftur í 1878, har verður sagt: Kirkens sidste syn. En ny er under opførelse. Tað vil siga, at teir í 1878 vóru í ferð við at byggja nýggja kirkju, sum ikki verður bygd á grundina á hini gomlu.

Kirkjan, sum verður bygd í 1877-79 verður øðrvísi enn hinar undanfarnu. Hon verður laða úr kílaðum gróti, og verður bæði størri, hægri og breiðari enn hinar undanfarnu.

Fyri arbeiðinum stóð Johan A. Petersen úr Mikladali.

Á kirkjuspírinum stendur árstalið 1878, men í Dimmalætting nr. 28 í 1879 standa hesi orð: Indvielsen af Svinø kirke vil finde sted 20.juli.

Kelda : kirkjan.fo

Myndir